Vit kenna nokk øll til týdningin av at fáa ein góðan náttarsvøvn. At føla seg úthvíldan og upplagdan til dagin, ímun til troytt eygu við posum, og at føla seg drenaðan fyri orku eftir eina nátt við lítið av hvíld.

Men hevur svøvnur veruliga nakað at siga tá tað kemur til okkara heilsu?

Svarið er stutt og einfalt JA!

Svøvnurin og týdningurin av hvíld er ígjøgnum nógv nógv ár blivin kannaður út í æsir, og úrslitini eru greið! Ynskir tú at lætnað, er ikki bert umráðandi at hugsa um hvat fer niðurum og hvussu nógv tú rørir teg. Fyrst og fremst er umráðandi at gerast varðhuguður við tín svøvn.

Svøvnur kann ikki bert hava eina ávirkan á okkara vekt. Svøvnur er umráðandi fyri okkara avrik sum heild, so sum okkara avrik í skúlanum, okkara minnið, okkara avrik innan ítrótt, okkara avrik sum foreldur, makar og sum heild okkara útstráling og máta at vera uppá.

Hvat eru so avleiðingarnar av at sova ov lítið um vit samstundis ynskja at broyta vanar, lætnað og fáa ein meira heilsugóðan lívsstíl?

Kanningar vísa at manglandi svøvnur, ávirkar okkara førleika at merkja eftir nær vit eru svong, og nær vit eru mett. At eitt svøvnundirskot kann hava við sær, at vit fáa meira “cravings”, tvs. at vit lættari munga eftir ymiskum matvørum, serliga teimum feitu, søtu, søltu og orkuríku matvørunum. Og at sova vit ov lítið, eru líkindini fyri at vit fáa okkum ov nógv á tallerkin størri.

So er ynski at lætnað, eta minni, broyta vanar og liva meira heilsugott er ikki bert umráðandi at hyggja at tí tú etur, og hvussu nógv tú rørir teg! Tað hevur sera sera sera stóran týdning at tú eisini gerast klókari uppá tín svøvn, og týdningin av hvíld í samband við tína heilsu.

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *