Hevur tú nakrantíð hugsa eitt av hesum:
“Eg veit hvat eg eigi at, ella skal eta, men, hví geri eg tað ikki bara? Hví detti eg í hvørjaferð? Tað eigur ikki at vera so ringt…”

Vit eru øll nokk einig í at vit eftir hondini eru væl og virðiliga upplýst um vekttap, hvussu vit eiga at gera tað. Hóast hetta hava flest øll trupulleikar tá talan er um at føra tað út í verkið.

Tú veist hvat skal til, men uppá ein ella annan hátt eydnast tað tær ikki at lætnað. Ella kanska eydnast tú, men bert í eitt stutt tíðarskeið, og eftir eina tíð hevur tikið alt uppá aftur, “dettur útí”.
Hetta kann vera sera strævið, og eg skilji tað væl! Tú ynskir eitt, men klárar ikki á mál. Hetta ger at tú heilt sikkurt fert at hugsa tankar sum:
“So kann alt gern tað sama!.. Eg havi ikki viljan.. Eg klári ikki at eydnast.. Eg eri vánalig.. Hví kann eg ikki bara taka meg saman?…”

Fyri tey flestu er endin uppá slíkar tankar at meira matur ríkur innanborðs. Og so koyrir tokið aftur runt við tankum um at tapa seg, tú eydnast ikki og endar við at taka uppá… og so víðari og so víðari.

Men hví endar tú við at taka alt uppá aftur? Hví klárar tú ikki at halda linjuna? Og hví skal hetta við at lætnað nøkur kilo, og gerast sunnari vera so óluksaliga hart og krevjandi?

Tað skal eg siga tær 😉

Svarið uppá tað fyrsta er, at eftir tú hevur hildið teg til ein kur, roynt at eti sunt og steðgar, byrjar tú aftur at inntaka meira kaloriur enn tú forbrennur. Also fært tú meira orku inn í mun til orku út (hetta er ALTÍÐ orsøkin til at vit menniskju taka uppá). Ofta eta vit óbevíst fleiri kaloriur uppá kenslur, sum t.d. tá vit eru kedd, syrgin, leingjast, eru glað ella keða okkum. Fleiri kaloriur fara eisini ofta niðurum vegna tankar so sum “nú kann eg gott”, “eftirsum eg havi hildið mær so kann eg gott”.

Svarið uppá tað næsta er, at kurar so sum Keto, Lchf, Steinaldarkostur, Nupo og so víðari og víðari bara eru fyribils loysnir. Og fyribils loysnir geva bara fyribils úrslit (surprise surprise!!).

Seinasta svarið er, at tað er so óluksaliga hart og krevjandi at lætnað nøkur kilo, tí tú velur loysnir, so sum kurar, fastu og annað, ið ikki passar til tín lívsstíl, tín gerandisdag, tínar vanar og tað tú veruliga dámar og tímur. Tú hevur brúk fyri amboðum og loysnum, sum passa til tín, og taka støðið út frá tær og ongum øðrum!

At lætnað og at broyta vanar nýtist ikki at verða krevjandi og hart. At vera sunnur/sunnari merkir ikki, at tú ikki skalt eta tað tú dámar best og liva eitt avmarkað lív. At lætnað og broyta vanar nýtist ikki at vera so svart/hvítt, rætt/skeift, antin/eller, gott/ringt, sunt/ósunt sum tú kanska heldur.

At broyta vanar krevur fyrst og fremst at tú hyggur aðrar leiðir enn tað skjótasta og lættasta beint her og nú! Tað krevur at tú byrjar at hugsa longur, at tú ert kritisk/ur um tær loysnir, ið eru í hæddini og IN. Tú skalt vita at tær loysnirnar eru fyribils loysnir (quickfix), sum halda í stutta tíð, og at tað eru aðrir mátar at røkka málinum, um at lætnað ella fáa betri vanar, ið tú megnar at gera og halda.

Ynskir tú at koma í gongd við at venja, at broyta vanar, at fáa persónliga venjing og kostvegleiðing, uppá ein heilt vanligan og ikki “uppreklameraðan” hátt, so kann eg hjálpa tær.

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *