Vit kenna tað nokk øll, føðingardagur er og tú hevur fingið tær minni á tallerkin enn onkur annar “honsjálv, orduliga ansalig!”, tú takkar nei takk til køku á arbeiðsplássinum “ert tú farin uppá A?” “tú ert altíð so sunn”.

Tað er smá løgið at summi fólk hálvgun kunnu ilskast yvir at tað verður takka nei til køku, serliga um persónurin um takkar nei er klænur. Tá hann/hon allíkavæl ikki hevur ov nógv á síðubeinunum “tolir hann/hon tað væl og nýtist ikki at vera so ansalig/ur!”.

Vil tað siga at ein skal vera tjúkkur fyri at kunna takka nei til køku ella eitthvørt annað?

Vit liva í dag í einum feittfremjandi samfelag, og er matur, ið er óneyðugur, ella rættari sagt rættuliga orkuríkur sera lættur at fáa hendur á, og verða vit til eina og hvørja tíð boðin køku, bomm og bara mat sum heild! Tí er tað kanska ikki so løgið at tann, ið er klænur og takkar nei, kanska fær eina speiska “ert tú uppá A?” viðmerking. Tí tað er kanska júst hetta, ið ger at viðkomandi ikki er yvirvektig/ur, tað at viðkomandi takkar nei, og tekur sær minni á tallerkin (eg sigi bara at tað kann vera, ikki at tað ER orsøkin til at gerast klænur). Tí eg eri heilt vís í at takka vit fólkaliga ja til allan mat vit fáa bjóðað, so er nemliga skjótt til at vektin fer upp.

Um ein takkar nei til køku og fær sær minni á tallerkin ger ikki viðkomandi ansaligan (finni einki betri orð). Tað er eftir mínum tykkið meira ansaligt, at ganga uppí og viðmerkja hvat onnur fáa sær at eta og ikki!

Óansæð um tú ert kløn ella yvirvektig, gevur tað ikki øðrum loyvi av sínum eintingum at koma við viðmerkingum um títt val av mati!

Tað er nemliga einki galið við at takka ja til køku. Og tað er heldur einki galið við at takka nei til køku (ella annað!).

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *