Tað er eingin loyna at tíðin í dag er knøpp. Næstan øll hava í dag 8 til 16 arbeiði, og skulu eftir arbeiði helst hava tíð til at avheinta børn, keypa inn, gera nátturða, rudda, vera um børnini, venja, leggja børn, rudda aftur og eisini liggja við beinunum hægst. Tað er eingin loyna at tíðin hjá teimum flestu er knøpp, og av tí sama er ikki pláss til alt á listanum, ið burdi verið gjørt. ístaðni taka vit ofta tað løttu loysnina til nátturða og skippa venjingina, tí tað kann ein jú altíð gera!
Tað er júst hetta, ið hevur fingið meg at hugsa um heilsu á arbeiðsplássinum. Hví ikki seta sjóneykuna á heilsuna samstundis sum tú ert til arbeiðis?
Heilsufremjan á arbeiðsplássinum hevur tey seinastu árini vundi meira og meira uppá seg í okkara grannalondum. Tað er nokk eingin loyna at allar fyritøkur uppá ein ella annan hátt ynskja at starvsfólk teirra hava góða heilsu og trívast væl.
Hví heilsufremja?
Tá tað ikki er nakað krav um at arbeiða við heilsu á arbeiðsplássinum, hví skal arbeiðsplássi so brúka orku og pengar uppá tað?
Her er mítt boð uppá hví arbeiðspláss eiga at hugsa meira um heilsufremjan sum starvsfólkarøkt. Tí heilsufremjan á arbeiðsplássinum gagnar øllum, bæði arbeiðsplássinum, starvsfólkunum og sanniliga samfelagnum.
Fyri arbeiðsplássið merkir betri heilsa hjá starvsfólkunum fyrst og fremst glaðari starvsfólk, ið trívast betur. Tað at seta inn við heilsufremjandi átøkum á arbeiðsplássinum er eisini við til at minkað um sjúkradagar.
Tað at gerast meira tilvitað/ur um heilsu, at eta eitt sindur sunnari, røra seg meira, hava innanhýsis kappingar í fyritøkuni, felags venjingar, fyrilestrar o.a viðv. heilsu er við til at betra um nøgdsemi hjá starvsfólki, og av tí sama minnið útskifting á arbeiðsplássinum. Størri nøgdsemi gevur størri arbeiðsgleði, arbeiðsorku, effektivitet, áhugað, samanhald og eisini trivnað á arbeiðsplássinum.
Kanningar vísa eisini at líkindini fyri at tú nært tínum málum eru munandi størri um tú gert tað saman við øðrum! Tí kann heilsa á arbeiðsplássinum, fyri summi, vera við til at viðkomandi klárar at broyta vanar og halda tað yvir longri tíð, í mun til at fara til verka sjálv/ur. Fyri tann einstaka á arbeiðsplássinum kann heilsufremjan á arbeiðsplássinum vera við til at geva møguleika fyri einum nýggjum betraðum lívsstíli, har viðkomandi merkir meira vælveru í gerandidegnum, og samstundis minkar um vandan fyri at fáa lívsháttarsjúkur so sum diabetes, hjarta- og aðrasjúkur osfr., hetta er alt við til at betra um lívsgleðina.
Fyri samfelagið er vinningurin við at arbeiðspláss arbeiða við heilsu á arbeiðsplássinum minni útreiðslur á heilsuøkinum. Gerast vit øll eitt sindur meira tilvitað um týdningin av góðari heilsu, og seta inn, eru líkindini fyri at sjúkradagar, skaðar og tilburðir av stress minkað.
Tað vísir seg at liva vit heilsugott trívast vit betur! So hví ikki saman gera smáar broytingar, sum halda í longdini saman við starvsfólkunum á arbeiðsplássinum, og saman trívast betur?
Lesur tú við og ert áhugað/ur í at arbeiða við heilsu á arbeiðsplássinum, so lat okkum taka eitt óbindandi prát! Hygg inn undir tænastur og les meira um heilsu á arbeiðsplássinum. Eg vil fegin hjálpa tær/tykkum 🙂
Heilsan Sølvá