Hvør er SØLVÁ

Aftanfyri SØLVÁ er Sølvá Jandóttir Joensen, ið brennir fyri at hjálpa tær at fáa eitt meira smidligt forhold til kost, rørslu og kropp við smáum vanabroytingum.

Um meg

Tað eigur at vera lætt at liva heilsugott!

At liva heilsugott er ein dýrgripur í gerandisdegnum, og ikki endamálið við lívinum! Tí eigur tað eftir mínum tykkið at vera lætt og smidligt at liva heilsugott. Alt snýr seg um javnvág, ráðlegging og tilvitan. Rørsla eigur ikki at vera tvinga men vera fjøllbroytt, stuttlig og mennandi. Somuleiðis eigur ein heilsugóður kostur at innihalda eitt sindur av hvørjum. Tað er ikki ein máti, ið passar til øll! Tí er tað umráðandi at granska síni mynstur, at gera og eta tað tú hevur hug til, finna útav hvat riggar best til tín og tínar umstøður og soleiðis gera smáar vanabroytingar heilsuni at frama.

SØLVÁ

Varðar á leiðini

01

2015: Persónligur venjari

Fitness Institute EHFA góðkendur persónligur venjari og fitnessinstruktør

02

2016: Keyp av Fullpower

Eg eri ein av 3 eigarum av Fullpower, ið er ein funktionel venjingarmiðsøð í Klaksvík

03

2017: Yrkisbachelor í føðslu og heilsu

Við sergrein innan heilsufremjan, fyribyrging og undirvísing

04

2018: SØLVÁ sett á stovn

Sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni SØLVÁ, ið veitur tænastur innan føðslu, heilsu og venjing

05

2019-21: Vana- og ovátsvegleiðari

Við Morten Elsøe & Anne Gaardmand

Ting um meg
  • Eg eri klaksvíkingur við stóra K
  • Eg eri gift og eigi 2 børn
  • Eg eigi 3 yngri beiggjar
  • Eg dugi illa at sita hendur í favn
  • Eg havi altíð verið virkin innan ítrótt
  • Eg havi gingið á húsarhaldsskúla
  • Eg royni at raðfesta rørslu í gerandisdegnum
  • Eg eigi altíð nuggeline og gularøtur
  • Eg tími illa at gera roksutan mat
  • Eg eri erlig, umsorganarfull og líka til
  • Eg elski at føla meg sterka