Har fangaði eg tín áhuga, men eg má also skuffa teg og siga at sukur fitar ikki! At vera í orkuyvirskotið fitar, punktum, punktum, punktum.
Also at inntaka ov nógvar kaloriur ímun til hvussu nógvar tú forbrennir.
Sukur, góðgæti, sunkist og annað søtt fitar ikki í sær sjálvum. Sjálvt um hetta alla mína tíð líkasum hevur fingið “skyldina” fyri yvirvekt! Sagt á ein annan hátt, so eru tað rættuliga nógv, ið ganga og prædika og spreiða falskar pástandir um hvat tað er, ið ger at vit taka uppá og ikki. Sum oftast vera pástandir slongdir út fyri at fáa fólk at gerast bangin og síðani hoppa uppá ein ávísan kur fyri líkasum at gera tað rætta. Hetta haldi eg er so syrgiligt, og simpulthen at halda fólk fyri gjøldur.
Tí eg skilji tað væl, so væl! Fólk flest leita eftir einari loysn, einari uppskrift uppá hvussu tey gerast besta útgávan av sær sjálvum. So sjálvandi hoppa tey uppá nýggjasta trendi,tað sigur seg sjálvt, tí hetta er jú TAÐ! Men sannleikin er at tað er eingin ávís uppskrift/loysn tú bara kanst keypa, liva eftir og síðani eydnast. Vit eru øll so ymisk, hava ymiskar tankar, ymisk mynstur og ymiskar nykkur. Tað er tí tú ikki “bara” kanst gera tað sama sum vinkonan/maðurin/starvsfelagin fyri at eydnast, fyri tað um tað riggar hjá teimum, merkir tað ikki at tað riggar fyri teg, og soleiðis er tað!
Aftur til sukur og hví tað ofta fær skyldina…
Tað eru fleiri grundir til at hugsa at tað er sukur, ið fitar:
- Sukur er kaloriutætt, tvs hevur nógva orku/kaloriur. Sukur (her tosi eg um hvítt sukur, sovorit sum vit baka við og ikki fruktsukur, tí fruktsukur kann als ikki samanberast við tilsett sukur!) minkar um tað vit kalla “mettheitsindeksi” í mati, tvs. matur við sukri í hevur nógvar kaloriur, og tilsvarandi lítla ávirkan á okkara mettu (tómar kaloriur hevur tú kanska hoyrt onkran kalla tað). Av tí at vit ikki gerast mett skjótt, eru líkindini fyri at eta ov nógv stór. Tí eta vit ofta nógv tá vit eta “tómar kaloriur” so sum góðgæti, kaku, sodavatn, juice osfr.
- Sukur smakkar væl! Tað kunnu vit øll nokk vera á einum málið um. Og eru vit meira ella minni fysiologiskt kodaði til at halda at tað er tað lekkrasta í verðini. Tað er sanniliga eisini við til at vit kanska eta eitt sindur ov nógv.
- Sukur er í fleiri av teimum matvørunum vit eta uttan at hugsa okkum um, also eta óbevíst, so sum góðgæti, snacks ella køkur. Vit eta óbevíst, tvs. vit eta uttan at hugsa so nógv um hvussu vit eta, hvat tað er vit eta, hvussu nógv vit eta, eru ikki orduliga til staðar. Hyggja kanska í sjónvarp, sita í einum føðingardegi, eru í jólafrokost osfr. Hetta er eisini við til at vit kanska eta eitt sindur ov nógv.
Taka vit samanum, so er tað ikki sukur, ið fitar í sær sjálvum. Tað eru mongdirnar av matinum vit eta, ið hava týdning fyri um vit taka uppa ella ikki. Tað eru tær samlaðu kaloriurnar, ið koma frá mati í millum annað inniheldur sukur, ið hava týdning.
So ikki geva sukrinum skyldina!
Gleðilig jól 🙂
Heilsan Sølvá