Kennir tú teg aftur í hesi útsøgn?

Tá vit í styttri ella longri tíðarskeið hava forboði okkum sjálvum eitthvørt, og vit síðani eta tað, føla vit sum oftast at nú er alt líkamikið. Alt er fari, so eg eti bara restina, og meira enn so… og byrji aftur á nýggjum í morgin ella komandi mánadag. Tú skundar tær at eta restina av tí sum tú í roynd og veru ikki hevur “loyvi til”, tað “ósunna” sum tú annars roynir at halda teg langt vekk frá, men í dag kiksaði! Tú fyllir í teg áðrenn tað í morgin, ella mánadagin aftur er forboði at eta! Tá fert tú at taka teg saman, tá verður tað!

Hví eru vit endaði her??? at maturin skal hava vald á næstan øllum vit gera. Hví skulu vit avmarkað okkum so nógv viðv. mati, venjing og øðrum, at vit í veruleikanum hava tað á hundanum til við okkum sjálvum? Liva vit ikki innanfyri fýrakantin av krøvum so er krisa… Og hví hundan klára vit ikki bara at halda tað vit seta okkum fyri?

Svarið er (eg veit tú longu hevur hugsa tað) Høg krøv, torn høg krøv! Sum eru ógjørlig at liva upp til. Og sum long áðrenn tú eingong roynir at seta tær tey fyri eru dømd at misseydnast.

Øll vita vit at krøvini eru høg, men uppá ein ella annan máta royna vit øll at eftirliva einum ella øðrum sum ikki ber til. Hvussu ber tað til, jú tí allar vegir tú vendir tær so er eitt ella annað tú átti at gjørt, havt ella duga.

Í samband við mat og venjing, so er hetta mítt boð uppá hvussu vit kunnu koma til at slappa eitt lítið sindur meira av:

Í staðin fyri kunnu vit royna at hugsa annaleiðis um mat og venjing, ikki seta mørk fyri hvat vit skulu náa, hvat vit skulu eta og hvat vit ikki skulu. Men ístaðin eta tað vit hava hug til, ikki býta mat upp í “sunt/ósunt”, men hugsa mat sum mat, eta eitt sindur av hvørjum og hugsa um mongdirnar. Og venja fyri okkara egnu skyld, ikki fyri onnur og fyri at síggja út uppá ein ávísan máta!

Tað ljóðar kanska sum um at eg haldi at tað er lætt, men tað er tað ikki!

Vit eru so innfløskaði við at skula royna ditt og royna datt, at vit eiga at hava yvirskot til hitt og orku til hatta, et hetta og ikki hatta, og fyri gudskyld ikki hitt tú veit….

Steðga á!! Anda djúpt og tak støðu útfrá hvar tú er, hvat tú tímur og hvat tær dámar.