Tað er kanska ein spurningur vit oftari skuldi spurt okkum sjálvi. Uttan vit hugsa um tað tosa vit um at vit “burdu” broytt vanar, gjørt minni av hasum og meira av hinum, alt uttan at hugsa hví vit nú gera sum vit nú einaferð gera (og altíð hava gjørt).

So hvat er ein vani?

Ein vani er ein automatisk gerð/tanki. Nakað vit gera uttan nakað hóvasták. Soleiðis heilt niður í smálutir, hevur ein slík gerð altíð ein sokallaðan “útloysara”, also er tað nakað, ið ger at vit gera gerðina. Gerðin vit gera hevur eisini eina “virðisløn”.

Tí er tað ikki “bara bara” at broyta vanar, og liggur tað hart arbeið aftanfyri. Fyri summi tekur tað langa tíð at gerast varðhug við tey mynstur ein hevur, hvat tað er, sum ger at tey nú gera sum tey einaferð gera. Og fyri summi tekur tað næstan onga tíð, tey finna eina loysn og so koyrir tað – soleiðis eru vit so ymisk!

Fyri at broyta vanar eru vit noydd til at finna útav hvat tað er, sum útloysir at vit gera sum vit gera, hvat vit gera, og hvørjar virðislønir ella hvat tað er vit fáa burturúr at gera sum vit gera. Í veruleikanum skulu vit finna fram til hvat tað er fyri tørv vit stilla við at gera sum vit gera, og síðani finna eina loysn út frá tí.

Nógv siga “eg skal bara taka meg saman og gera tað!”, sum um at tað er tað lættasta í verðini. Næstan við tí tónalagnum at “pínadoy eg eri býtt/ur ikki at finna útav tí”. Men soleiðis er tað als ikki, tað er ALTÌÐ ein orsøk til hví vit ikki inntil víðari ikki “bara” hava tikið okkum saman og gjørt tað vit nú einaferð seta okkum fyri. Tað er altíð eitthvørt, ið forðar fyri at vit “bara” taka okkum saman og gera tað, sum kanska í veruleikanum virkar lætt at gera. Líkamikið hvussu lítil broytingin er, er tað HART arbeið at finna útav hvat tað er, sum riggar og ikki. Tað er ONGANTÍÐ “bara bara”.

So brynja teg við tolið, granska tíni vana mynstur, finn útav hvat fyri ónollur tú hevur og byrja spakuliga at broyta mannagongdir.

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *