Eg og maðurin sita á einum bonki uttanfyri eina vínbar á nørrebro, vit eru á weekend-date í Keypmannahavn. Idyll!

Meðan vit sita, eygleiði eg sjálvandi øll fólkini sum koma framvið, flest á súkklu, men eisini onkur til gongu. Øll sera ymisk! Ein ung genta í svørtum frá topp til tá, kløn sum pinnabrenni og flot smynka. Ein eldri kona, snøkt ílatin í niðurdeil og praktiskum sandalum (teimum við klebr, og sum sita væl á øllum fótinum), ein summarslig lætt ílatin kvinna á súkklu, við reyðari varrastift og frískum krúllum, ein lítil gamal maður við stav í víðum hálvskitnum kovboybuksum (allarhelst frá 80’inum) og harraskóm og so víðari og so víðari…

Nógv at hyggja at, og stuttligt at eygleiða hvussu vit øll eru ymisk. Bæði tá tað kemur til gongulag, útstráling, klædnastíl, kropsholdning, longd, formar og útsjónd.

Her slóg tað meg! (ikki tí, eg visti tað eisini áðrenn) Men í júst tí løtuni, meðan vit sita og sippa beikst vín (sum eg slett ikki dámi, men bara fekk mær eftir sum man nú sat á vínbar og spældi Københavnerslig….) aftaná at hava sitið og eygleitt øll hesi fólkini, og eg segði hart við mannin: “sjit vit eru býtt! eingin er líka, og allíkavæl vilja vit øll vera líka!”.

Havi ofta jabba um hetta fyrr, men eg haldi tað er so løgið at vit blíva við, og meira ein hugsar um tað meira láturligt gerst tað. Vit koma ongantíð at líkjast tí vit ynskja!! Jújú eg vil hava strammar bubbur, men fái eg tað (sum nokk aldrin fer at henda) so havi eg allíkavæl eitt sindur ov nógvan hárvøkstur á yvirvørruni, vigar tú 63 eins og eg, so fert tú allíkavæl ikki at líkjast mær… tú veist hvat eg meini ha?

At ganga dag út og dag inn og ynskja at ein var klænri, var hægri, var í betur form, hevði lekkrar krúllur, líktist einum ella øðrum, hevði minnið bróst, búk, reyv osfr er spill av tíð! Tí tað vit ynskja okkum er ógjørligt, og gerast vit ikki eingong nøgd tá vit uppnáa tað.

At ynskja sær at lætnað, er í sær sjálvum als ikki ógjørligt, og krevur tað tol og vanabroytingar. At fáa lekkrar krúllur krevur fyri summi kanska at brúka okkurt krúlluprodukt og onnur permanent, og er hetta als ikki ógjørligt! Ikki alt er ógjørligt, men til samans er alt ógjørligt.

Vit seta sum oftast okkara ynskir eftir teimum vit fylgjast við og hvat tað er vit síggja á álnótini, myndir á Facebook, Instagram, Snapchat osfr. Løtumyndir av eini strammari reyv, lekkrum yvirkroppi, flottum negl, perfekta mammukroppinum, fyldigum eygnavippum osfr. Tað er sum við klippidukkum, tóku vit øll hesi tingini vit ynskja okkum, og klipti tey út og settu saman hevði myndin nokk ikki verið so perfekt sum vit halda hana vera.

So hví ikki byrja vit at sláa kalt vatn í blóðið, at innsíggja at tað vit samanbera okkum við er púrasta óveruligt! At nevtralisera tankarnar, tí sjálvandi er tað okay at ynskja sær strammari kropp, ella lekkrar negl. Men man kann ikki fáa alt, og so vænta at lívið er fullkomið aftaná! Vit eru so ræðuliga nógv meira verd enn bara útsjónd!

Tað er kanska ringt at hugsa rundan um útsjónd í dagsins samfelag, har alt koyrir uppá hvussu vit síggja út, hvussu okkara heim sær út, hvussu tað vit eta sær út, hvussu klæðini hjá børnunum síggja út, hvussu flottur bilurin sær út osfr… Men byrja vit við at steðga á, og innsíggja at vit eru okkara egin. At eingin er eins, og verður nakrantíð eins, at seta prís á tey tingini tú hevur, tú dugur og tær dámar á tær sjálvum, so ert tú væl á veg at minka um tey krøv tú setir tær sjálvum!

Hevði tað ikki verið well at minka um stressið, at hugsa minnið um hvat onnur halda, hvat er inn og hvat er not? At slappa meira av og bara vera tú og ikki ein grindalokkurt sum allatíð jagstrar eitt ella annað, tað perfekta!

Meiningin við hesum var bara at siga tær, at tú ert nokk! Tú ert okay akkurat sum tú ert.

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *