Vit fella alt ov ofta í “ALT ella EINKI” hugsan tá vit hava við heilsu at gera. Antin eru vit all-in ella sløpp. Hetta er størsti trupulleikin og størsta forðingin fyri at tú klárar tað tú ætlar tær, spyrt tú meg. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Hetta er als ikki hugsunarháttur, sum er varðandi! Vit eru dømd til at miseydnast um vit hugsa “ALT ella EINKI”, tí tað er ógjørligt at liva 100% allatíð, tá tað viðvíkur kost, rørslu og heilsu. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Hví tað? ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Jú! tað er tí at tað er so óluksaliga hart og ómenniskjaligt at fylgja eini kost- ella venjingarætlan 24/7. Tað er ógjørligt, og er hetta í øllum førum ikki vegurin til varandi vanabroytingar (sum tey flestu ynskja). At hugsa 100% um kost og rørslu allatíð er meira eitt fongsul enn ein broyting! ⛔⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Tí er mítt ráð til tín at minka krøvini! Set tær fyri at kanska hugsa 80% um kost og venjing, ella enntá 60%, tí TÀ hevur tú pláss at liva, at njóta og at hugna tær. ✅⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Ja, kanska síggjast úrslit ikki líka skjótt sum tú hevði ætla, men hinuvegin so eru líkindini fyri at fáa varandi kost og røslu vanar inn, liva GOTT og heilsugott hægri!⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
MINST TIL TAÐ ????????

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *