Tað er eingin ivi í, at venjing, ella tað at røra seg, er gott! Men, ja tað er eitt men. Ofta fara vit alt ov bragliga í gongd, og standa síðani eftir sum svartiper, kanska við einum skaða, uttan motivatión og hug til at halda á.

Vit kenna tað øll “at nú verður tað!”. Vit fara all-in, venja hvønn dag, eta meira frukt og grønmeti, útilukkað sukur, bomm, sodavatn, breyð og køkur, soleiðis at einki kann oyðileggja okkara góðu gongd, og “nýggja” lívsstíl. Ja vit eru næstan flúgvandi, og føla at vit fullkomiliga hava stýr á hesum!

Trupulleikin er bara tann, at vit hava ongan livandi kjans at liva upp til tey krøv vit sjálvi hava sett okkum. Vit klára ikki at halda tí góðu gongdina, tann nýggja lívsstílin, og hava óiva gloypt ein ov stóran bita.

Fyri at gera broytingar í lívinum, noyðist vanabroytingin at vera haldfør. Also skulu broytingarnar vit gera, kunna halda í longdini. Einans uppá tann mátan fáa vit góð og varðandi úrslit.

Tað nyttar einki at dúva uppá motivatiónina, tí hon er upp og niður. Summar tíðir er motivatiónin høg og aðrar tíðir slett ikki til staðar, soleiðis er lívið.

Tá talan er um at koma í gongd við venjing, er eisini neyðugt at gera sær nøkur realistisk mál. Tað ræður um fyrst at finna útav hvat fyri venjing gevur tær gleði, sum tú veruliga tímur at gera, og halda á við at gera.

Fleiri vilja vera við til at styrkivenjing er tann besta, at fitness er tað mest effektivasta osfr. Men tímur tú hvørgan av hesum, hví skalt tú so gera tað?

Tann besta venjingin, er tann, ið verður gjørd!

Í staðin fyri at fáa tær eitt fitnesshald kanst tú ístaðin:

  • Ganga túrar meðan tú lurtar eftir góðum tónleiki, eini ljóðbók ella einum podcasti tær dámar
  • Súkkla til og frá arbeiði
  • Tekna teg til dans, fimleik, hondbólt, flogbólt, badminton, fótbólt ella eitthvørt annað
  • Far út í havan og lúka
  • Spæl við tíni børn

Tað eru fleiri mátar at røra seg uppá, tað ræður bara um hjá okkum at finna tað vit tíma allar best, og tað vit fáa gjørt.

Er ynski at byrja í fitness ella til eitthvørt annað, set teg so niður og planlegg. Hvussu ofta ynskir tú at venja um vikuna, hvørjir dagar, hvat tíðspunkt og hvussu leingi hvørjaferð. Lat tað passa til tín gerandisdag, og ikki eftir nøkrum øðrum.

Vit hava øll okkara egna lív, eru øll ymisk, tíma ymiskt og ganga uppí ymiskt. Tí er umráðandi at tú ert realistisk/ur tá tú setur tær fyri at byrja at venja eitthvørt. Tað er betur at tú byrjar spakuliga, uppá tann mátan tú tímur, sum passar til tín og sum tú klárar at viðlíkahalda. Ístaðin fyri at tú, sum man sigur “gloypir ov stóran bita” og byrja alt ov bragliga, og steðgar aftaná stutt tíð.

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *