Eg hoyri javnan, serliga kvinnur, tí eg arbeiði mest við kvinnum, siga at tær hava snýtt! At tær eru dotnar útí, og ljóðar tað til tíðir sum um at tær hava gjørt okkurt rættuliga kriminelt. Tá eg so spyrji inn til hvat tað er tær meina við, so er tað at tær kanska hava fingið sær chips, eti góðgæti, ella vóru í bindiklubb. Sum øll trý eftir míni tykkið ikki eru pettið farlig, men har aftur ímóti eru rættuliga vanlig, og ein stórur partur av njótilsi og góða lívinum sum heild.

Nógv lýsa góðgæti, chips og annað, sum nakað ein eigur at halda seg frá. Ósunt, sum skal umgangast og útilukkast. Sum er skeift og nakað, sum bert skal etast til serlig høvið. Ja næstan rótin til alt ilt!

Akkurat hendan tankagongdin er lýsingin av at hava eitt “ósunt” forhold (havi einki betur føroyskt heitið) til góðgæti, og fyri so vítt eisini annan mat.

Fyri at hava eitt “sunt” forhold til góðgæti, og mat sum heild, eigur tú at hugsa: “góðgæti er loyvt allatíð. Góðgæti og matur lýsir ikki mína heilsu, og hvør eg eri!”

Eftir mínum tykkið er tað ikki hvat vit eta, ið hevur týdning fyri okkara heilsu. Ella jú, sjálvandi eiga vit at hugsa um at tað vit koyra í munnin í stóran mun gevur kroppinum orku og aðrar ágóðar. Men tað er okkara forhold og tankar um mat, ið kunnu vera “sunnir” ella “ósunnir”.

Flest okkara halda at “sunnur” matur merkir nógvar proteinir og lítið av kolvætu. Onnur halda at “sunnur” matur merkir meira av soltnum matið, og minni av orkuríkum matið. Hevur tú hugsa um hvat tú setir í samband við at eta “sunt”?

Hvat nú um eg sigi tykkum at tað at eta “sunt” í stóran mun hevur nakað at gera við mongdir. At tað at liva “sunt” hevur nógv at gera við hvussu tú etur og hvussu tú hevur tað við at eta.

Sjálv havi eg í fleiri ár liva eftir fleiri forboðum og reglum! Also at eg ikki skal eta bomm, eg skal eta 6 fruktir um dagin, at eg skal eta morgunmat tí tað er umráðandi, eg skal venja hvønn dag, eg skal renna fyri at vera sunn, eg skal eta chiafrø, eg skal ikki drekka sodavatn, eg skal ikki eta pasta og rís, eg skal eta groft breyð, eg skal ikki koyra smør á breyð, eg skal eta 3 høvuðsmáltíðir og 3 miðmálar osfr…. tit kenna tað ha?

Alt omanfyri nevnda er BULLSHIT!

Ikki fyrr enn eg sjálv byrjaði at arbeiða við mínum tankum um mat, sá eg hvussu nógv eg havi muga kempa og avmarka meg. Hvussu súrt eg í veruleikanum gjørdi lívið við bara at hugsa um mat uppá handan mátan. Svart/hvítt, antin/eller og simpulthen so mega rotið!

Hevur tú tað eisini soleiðis, at tú hevur ymsar reglar fyri hvat tú skal og ikki, so ert tú als ikki aleina/ður. Vit liva jú í eini verð har tað eru túsundtals møguleikar, túsundtals “dillir” og vit vera bombarderaði við kurmentalitetinum dag og dagliga. At vit byrja at hugsa svart og hvítt, og í teir bánarnar, er also ikki løgið!

Mínar royndir eru; at læra vit okkum at sleppa øllum reglunum, ið stýra okkara matvanum, læra vit okkum at loyva øllum, at eta uttan reglur og tankar um hvat er “sunt”, hvat er “gott” at eta akkurat tað tíðspunktið og hvat tað gevur okkum og ikki. Ja so eta vit í roynd og veru ótrúliga gott, mettandi, passaligt, eftir okkara tørvið og uttan at yvir- ella undirdríva.

Tí tað eru tankarnir, og reglarnar, ið gera at vit blíva “bimmelim”, at vit til endans enda við nógvum forstýraðum reglum um mat, sum síðani føra til antin ovát ella gera at vit enda í føðslutrotið. Hetta er YoYo vektin eitt produkt av!

So hvat skulu vit gera fyri at sleppa forboðum og reglum fyri at fáa eitt meira avslappað forhold til mat?

Vit eru øll stýrd av vanum, sum vit so ofta uttan at vita tað taka avgerir sum vit altíð hava gjørt útfrá, og seta ongantíð spurnartekin við hví vit gera tað. Fyrsta stig ímóti einum meira avslappaðum forholdi til mat er at vera forvitin. At granska okkara tankar, forboð og reglur vit hava um mat, eru vit ekstrem, kanska ov líkasæl ella hava vit í veruleikanum eitt avslappa “sunt” forhold til mat?

Eitt nú kanst tú spyrja teg sjálvan hesar spurningar:

  • Havi eg hug til hetta?
  • Nær føli eg meg mettan?
  • Eri eg svang/ur?
  • Nær smakkar maturin ikki gott longur?
  • Nær eti eg bara fyri at eta?
  • Eti eg fyri at “pleasa” onnur?
  • Havi eg nakrar óskrivaðar skal, skal ikki reglar?
  • Eti eg tí eg havi hug til mat og brúk fyri mat, ella eti eg fyri at doyva onkran annan tørv (eitt nú kenslur)?

Alt tekur tíð, sjálvandi eisini at granska sínar vanar. Men byrjar tú við at seta spurnartekin við okkurt tú vanliga “bara” gert uttan at hugsa um tað, ert tú komin langt, og kanst tú útfrá tí tú finnur útav royna at broyta tað tú ynskir.

Minst til, eitt ting í senn, ikki alt!

Heilsan Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *