Altjóða heilsustovnurin WHO allýsir eina góða heilsu sum kropslig-, sálarlig- og samfelagsvælvera, tað at hava eina góða heilsu merkir ikki bert frávera av sjúku og heilsubreki, nei, ein góð heilsa er treyta av at tú hevur tað gott kropsliga, ert virkin, sterk/ur og væl fyri, hevur eina góða sálarheilsu, og eitt gott samband við tíni medmenniskju, ja, at tú hevur tað gott á øllum lívsins økjum.

Kostráðið et fjøllbroytt, ikki ov nógv og rør teg sigur í stuttum hvat kjarnan í einum heilsugóðum lívið er. Kostur, tvs. fjølbroyttur kostur bæði tá tað kemur til orku, smakk og sanniliga eisini útsjónd. Mongdir, tvs. tilvitan og at duga ikki at oveta seg?. Rørsla, tvs. daglig rørsla har pulsurin fer upp.

Okkara trúfasti fylgisneyti er kroppurin, hann er og fer altíð at vera okkara. Tí er tað gott at raðfesta at vera góð/ur við hann alt lívið, eisini tá tú ert komin upp í árini. Somuleiðis eru góðir kostvanar og heilsugóður matur gagnligt at hugsa um, hevur tú runda tey 65 árini eru tó nakrar tillagingar tú eisini skalt minnast til í samband við tín kost.

Viðlíkahald alt lívið
Kanningar hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2018 vísa, at 60% av spurda fólkinum yvir 60ár í Føroyum hava ov høgt BMI, hetta kann hava við sær størri vandar fyri at fáa ymsu fólkasjúkurnar, so sum hjarta- og aðrasjúkur, høgt blóðtrýst, diabetes o.a. (kelda: folkaheilsa.fo)
Viðlíkahald av heilsuni og kroppinum krevst, sjálvt um tú hevur runda tey 65 árini, hetta fyri at tú kanst vera virkin og væl fyri so leingi sum møguligt. Orkutørvur okkara fellur ofta við árinum. Hetta kemst millum annað av tí at vit, tá vit eldast ikki røra okkum líka nógv sum áður, og tískil missa vøddar.
Rørir tú teg nógv í gerandisdegnum, hevur tú sjálvsagt brúk fyri meira orku, hetta kann hjálpa tær at fáa nøktað orkutørv tín, soluleiðis tørvin av protein, vitaminum og mineralum, uttan at tú gerst ov tjúkk/ur. Hinuvegin ert tú í størri vanda fyri at gerast tjúkk/ur, um tú ikki rættar mongdinar av mati tú etur í mun til niðursetta orkutørvin, um tú ikki rørir teg líka nógv sum tú áður hevur gjørt.

Sterkan kropp alt lívið
Ert tú yvir 65ár verður tilmælt at eta meira protein, umframt at fáa røttu mongdirnar av D-vitamin og kálk. Protein er umráðandi fyri vøddabygnaðin og hjálpir kroppinum at viðlíkahalda vøddarnar, soleiðis at teir ikki svinna burtur í einki. Gerast vøddarnir ov veikur, er vandin fyri at detta og bróta seg sundur størri.
Tú tryggjar tær protein í kostinum við millum annað at eta kjøt, flogfegnað, fisk og ymiskar mjólkavørur. Orsøkin til at tilmælt verður at eta meira protein er, fyri at varðveita vøddarnar og harvið ein betri virkisførleika alt lívið. Niðanfyri sæst innihaldi av protein í ymiskum matvørum.

Protein innihald í matvørum


Hvussu nógv meira protein tú eigur at fáa er treyta av hvussu virkin tú ert, og hvat tú vigar, ikki um tú ert maður ella kona (sí talvu 1).

Talva 1: Protein tørvur

Hetta eru nøkur av tingunum tú sum eldri eigur at hugsa um fyri at betra um heilsustøvuna, og fyri at hava góða heilsu alt lívið!

Heilsan

Sølvá

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *