Heilsa verður nevnt í alskins samanhangum, men hvat er heilsa? Hvat hugsar tú tá tú hoyrir orðið heilsa? Og hvat hevur heilsa at merkja fyri teg?

Tey flestu hava eina fatan av at heilsa er tá tú ikki ert sjúk/ur. Also at tað at liva heilsugott merkir at tú ikki ert illa fyri. Hendan fatanin av heilsu er bert knýtt at tí fysiska, og umfatar ikki tað mentala og sosiala.

Ein onnur fatan nógv hava av heilsu er at heilsa er = vælvera, at hava tað gott og meina summi næstan at heilsa er ein idologi, also nøkur virðir tú livir eftir og tað merkir at tú livir heilsugott. Sum dømi kunnu vit taka fólk, ið td. bert eta vistfrøðiligt og halda at tað er tann besti mátin at liva uppá = heilsugott.

Vit eru øll ymisk, tíbetur! Og tað er óluksaliga gott, tí vóru vit øll eins, við eins meiningum, eins lystum og eins mynstrum hevði verðin nokk ikki verið so stuttlig!

So hvat er heilsa í botn og grund? Heilsa er so nógv, og ofta tosa ella hugsa vit ikki um okkara heilsu fyrr enn vit gerast sjúk, og uppá ein ella annan hátt missa hana.

Sambart heimsheilsustovninum WHO er heilsa ikki bert frávera frá sjúku, men eisini likamlig, mental og sosial vælvera.

Hetta haldi eg lýsir væl heilsu, tí heilsa er so ógvuliga nógv annað enn at ikki vera sjúk/ur. Heilsa er eisini so nógv annað enn at eta grønmeti og frukt, og heilsa er so nógv meira enn bara at venja.

Heilsa er at hava tað gott, bæði kropsliga, mentalt og sosialt. Also at hava ein sterkan kropp, ið orkar at gera tey ting hann skal, at hava tað gott, sum man sigur, bæði innan og uttan og at trívast.

Eftir mínum tykkið er heilsa at hava tað GOTT, gott við stórum! At rigga sum menniskja, at hava ein kropp sum orkar, ein sterkan kropp og at vera væl fyri. Hetta við sálarheilsuni havi eg ikki hugsa so nógv um fyrr, men nú eftir at sjálv hava uppliva ikki at megna ymsikt av sálarligari tyngd, eri eg blivin meira tilvitað um hvussu nógv tað hevur at siga fyri mín gerandisdag. Tá tað kemur til tað sosiala, eru vit sjálvandi rættuliga ymisk, men fyri mítt viðkomandi er tað so umráðandi at eg trívist í teimum samanhangunum eg nú einaferð eri í. At eg havi tað gott saman við fólkið, ið bæði rúma meg, eggja meg og elska meg fyri tann eg eri. Tí er tað eisini umráðandi fyri meg at merkja eftir um eg havi tað gott, hvat EG kann gera betur fyri at trívast og eisin fyri at eggja mín medmenniskju.

Hvat hevur heilsa at siga fyri teg?

Heilsan Sølvá