Fá venjingina gjørda við Venjara í lummanum

Eg havi leingi gingið við ætlanum um at hjálpa fleiri fólki til ein meira virknan gerandisdag við venjing og rørslu. Hetta er nú veruleiki – Takið væl ímóti mínum nýggja konsepti VENJARA Í LUMMANUM

Hvørja viku venji eg fólk, ið ynskja at gerast sterkari, lætnað, koma í gongd við venjing og broyta vanar. Við Venjara í lummanum, kann eg nú hjálpa enn fleiri at náa teirra mál, og fáa ein meira virknan og heilsugóðan lívsstíl.

Við Venjara í lummanum gerst tað lættari at fáa venjingina gjørda, venjingin verður skræddaraseymað til tín, líkamikið um tað eru heimavenjingar tú ynskir, ella venjingar, ið skulu gerast í eini venjingarmiðstøð. Tað er líkamikið hvar tú ert, tí alt fyrigongst online við míni venjingar app. Online persónlig venjing er tað tættasta tú kemur uppá at hava ein persónligan venjara, bara bíligari!

Tú hevur kanska eitt fitness hald, men veist ikki hvat tú skalt finna uppá at gera tá tú einaferð ert farin avstað. Eigur kanska eitt sindur av amboðum til venjing heima, men hevur ongantíð fingið tað til ein vana at byrja at venja heima við ella uttan amboð…

Kennir tú teg aftur í hesum so er mítt nýggja konsept Venjara í lummanum nakað fyri teg ????

Við venjara í lummanum fært tú hvørja viku sendandi fjøllbroyttar venjingar frá mær, venjingar, ið altíð taka støðið útfrá hvat mál tú hevur sett tær fyri at náa. Til allar venjingar eru video av teimum øvilsum tú skalt gera, so tú ert ongantíð í iva um hvat tú skalt gera. Eisini hevur tú 24/7 samband við meg umvegis appina. Tað er líkamikið um tú venur í eini venjingarmiðstøð, heima á stovugólvinum, ert í Danmark, Kina ella umborð á einum skipið. Lættari verður tað ikki!!

Melda teg til bronsupakkan í januar, og fá 200kr í avsláttri við at brúka virðiskotuna: manervið

Eg gleði meg at hjálpa tær at fáa venjingina GJØRDA! ✅

Melda teg til við at trýsta her https://solva.fo/venjarailumman/