Skulu vit vera virkin og ON alltíð?

Tað skuldi man trúð….

Ongantíð áður hava vit verið so nógv ON, ongantíð hava vit vita so væl hvat onnur gera, fáa gjørt og ætla sær. Hví? Jú tí vit eru við, vit fylgja við øllum. Vit fylgja okkara vinum, familju, kendum persónum og fyrimyndum á sosialu miðlunum…og fáa ALT við!

Vit hava sum man sigu “fingurin á pulsinum”. Og hvat ger tað í grundini við okkum? 

Vit samanlíkna! Vit samanlíkna okkum við alt tað vit síggja, hoyra og fáa við. Onkur samanlíknar tilvitandi, onnur ótilvitandi.

Tað er eingin loyna, at tað er eitt stórt trýst á okkum í dag, trýst og krøv um at gera hatta, náa hitt og fara til okkurt annað.

Sjálv eri eg týpan, ið fær nógv á skaftið, eg havi sum man sigur “nógv jørn í eldinum” og soleiðis trívist eg best… inntil eg fari “nedenom og hjem”! 


Fert tú tað? 


JA tað hendir javnan!

Um eg koyri og koyri og koyri á sum eg vil endar tað sum oftast við at eg má taka stykkið úr, og totalt kobla úr. Uttan fólk rundan um meg, uttan skermar, uttan arbeið og uttan familju.

Og tað er okay! 

Tí er tað nú altíð so gott at vera produktiv og on? Also at allatíðina royna at fáa ting gjørd. Ganga til alt, nýggj ting, nýggjar leiðir og nýggir vanar innarbeiddar? 

Svarið er noy, ella jú fyri summi riggar tað væl. Men fyri tey flestu er lívið við “to-do” listum og høgum krøvum alt ov hart! Serliga um vit hugsa um tær umstøður vit eru í. Tí tað er nevnliga slett ikki altíð at vit hava umstøður at vera so forbiði virkin ALLATÍÐ. Her hugsi eg serliga um tey við børnum, tey, ið eru bundin og ikki “bara” kunnu leypa avstað og fáa alt gjørt.

Minnist bara til at tað er okay at seta ferðina niður, og eg kann ikki siga tað ov nógv, at taka ein dag í senn og merkja eftir hvat tú megnar. Tí eg rokni við at tey tú samanberur teg við slett ikki eru í somu støðu sum tú, tí tú veist, eingin er EINS! Og tí kunnu vit slett ongantíð samanbera okkum við nakran sum helst annan enn okkum sjálvi.

Aftur til mín og úr koblingina eg havi tørv á inn ímillum…. Eg eri týpan, ið fær orku av at vera sosial, at vera í brennideplinum og at vera ON. Men hetta merkir ikki at eg havi orku 24/7. Tørvurin at vera ON er fyri meg størri enn tørvurin at vera einsamøll og kobla úr (fyri summi er tað akkurat øvugt!), men hetta merkir ikki at eg ikki havi tørv á at kobla úr og isolera meg. Tí eingin kann vera virkin og ON allatíð!

Vit hava øll okkara dagar, okkara styrkir og okkara veikleikar. Vit eru øll ymisk og kunnu vit tí ikki samanlíkna okkum við onnur… nakrantíð!

So nei, strembanin eftir at vera virkin og ON er ikki lívsneyðug. 

Hugsa um teg og tína støðu, hugsa um tíni mál, tíni virðir og tínar umstøður áðrenn tú setur tær fyri at gera tað sama tú sært onnur gera. Og ikki samanbera teg við onnur, tú ert tú og kanst ongantíð gera meira enn tú megnar sjálv/ur. 

Vit gera øll okkara besta (ella tað gangi eg út frá), og fáa vit ikki gjørt meira enn tað! 

So hvør týpa er tú? Og hevur tú hugsa um, hvønn tað er tú samanbert teg við? 

Heilsan 

SØLVÁ

Similar Posts

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *