Hvat kemur tú at læra?

  • Lær teg at granska tínar vanar soleiðis at tú kanst gera smáar broytingar, ið varða við!

Skeiðsinnihald

Intro
Hetta skeiðið fer at snúgva seg um vanagransking, tvs. alt tað, sum liggur aftanfyri tá tú sigur "eg skal bara taka meg saman og fáa tað gjørt". Tí tú finnur skjótt útav at tað krevst eitt sindur meira enn tað. Vit fara at gjøgnumganga arbeiðshefti, ið eg havi gjørt, ið er eitt amboð, sum tú framyvir kanst brúka tá tú skalt broyta vanar og atferð.

  • Vælkomin
    01:25

Modul 1: Hugarok
Her gera vit eitt hugarok, vit TØMA høvdið. Skriva alt niður, sum er í høvdinum, ALT! Tí bara soleiðis fært tú sett hol á tína vanabroyting.

Modul 2: SMART málsetan
SMART modelli hjálpir tær at seta mál.

Modul 3: Nágreiniliga ætlanin
Hvussu fert tú til verka? Við eini góðari ætlan er lættari at byrja.

Modul 4: Forðingar + loysnir
Hetta moduli lærir teg at finna útav hvat tað er, sum spennir bein fyri at tú nært tað tú ætlar tær.

Modul 5: Neyð ætlan
Tá alt kiksar er gott við eini neyð ætlan. Og hon er meira verd at hugsa um og leggja til rættir, tí henni fært tú brúk fyri.

Outro