VÍL Føroya Tele pakkin

kr.300.00 / mðr with 1 mðr free trial

VÍL FT pakkin er til tín, ið manglar ein á síðulinjuni at stuðla tær í at fáa venjingar gjørdar og meira rørslu í gerandisdegnum.
Hvønn mðr fært tú nýggjar venjingar og eggjan til gerandisrørslu.
So kom í gongd og lat Venjaran í lummanum orðna ALT so tað einasta tú skalt gera er at møta upp og gera títt besta!

á goymslu

Category:

Vørulýsing

Hvat er Venjara í lummanum Føorya Tele pakkin?

VÍL FT pakkin er eitt leypandi hald, ið tryggjar tær góðar og gevandi venjingar við og uttan útstýr beint har, sum tú ert!

Venjarin í lummanum er Sølvá Jansdóttir Joensen, sum eftir hondini hevur hjálpt hópin av fólkið at seta krøvini til venjing niður og at finna rørslugleðina við at gera eitt sindur heldur enn einki – og tað er júst hetta FT pakkin hjálpir tær við.

Tú ert í góðum hondum, so lat Venjaran í lummanum hjálpa tær í gongd og at halda á!

Hvønn mánað fært tú nýggjar venjingar, ið eru lættar at gera, og ikki krevja nógva tíð og mentalt yvirkot. Tú ert ongantíð í iva um hvat tú skalt, tí øll øvilsir eru tikin upp til tín. Venjingarnar eru gjørdar við tí fyri eyga at ALT GER MUN og tískil ert tú sett/ur upp til at eydnast frá byrjan av!

FT pakkin við Venjara í lummanum er ein føst venjingarætlan og eitt minni hald enn vanliga Venjara í lummanum haldið, ið er meira persónligt og tillaga til tínar umstøður og mál við venjing og heilsu.

 

Tað praktiska

Tá tú hevur melda teg til VÍL FT pakkan fært tú ein teldupost um at tín ordri er fullfíggjaður. Eftir tað fært tú ein vælkomin teldupost og síðani er klárt at byrja.