Venjara í lummanum MINI
kr.249.00 / mðr
Venjara í lummanum MINI (VÍL MINI) er til tín, ið hevur nógv um at vera og ikki dugur at raðfesta tíð til venjing og rørslu. Til tín, ið ynskir eitt no-bullshit hald har venjingar hvørja viku liggja klárar hjá tær at gera.
á goymslu
Vørulýsing
Hvat er VÍL MINI?
VÍL MINI er eitt leypandi hald, ið tryggjar tær góðar og gevandi heimavenjingar beint har, sum tú ert!
Venjarin í lummanum er Sølvá J. Joensen, sum eftir hondini hevur hjálpt hópin av fólkið at seta krøvini til venjing niður og at finna rørslugleðina við at gera eitt sindur heldur enn einki – og tað er júst hetta VÍL MINI hjálpir tær við.
Lat Venjaran í lummanum hjálpa tær í gongd!
Hvønn mánað fært tú nýggjar heimavenjingar, ið eru stuttar og lættar at gera. Tú ert ongantíð í iva um hvat tú skalt, tí øll øvilsir eru tikin upp til tín. Venjingarnar eru gjørdar við tí fyri eyga at ALT GER MUN og tískil ert tú sett/ur upp til at eydnast frá byrjan av!
VÍL MINI er ein minni útgáva av Venjara í lummanum haldinum, ið er meira persónligt og tillaga til tínar umstøður.
Tað praktiska
Tá tú hevur melda teg til VÍL MINI fært tú ein teldupost um at tín ordri er fullfíggjaður. Eftir tað fært tú ein vælkomin teldupost og síðani er klárt at byrja.