Venjara í lummanum

kr.800.00 / mðr

Melda teg til Venjara í lummanum um tú ynskir at koma í gongd við at røra teg meira.
Hetta er online persónlig venjing, har SØLVÁ er Venjarin í lummanum. Við Venjara í lummanum verður støðið sjálvandi tikið útfrá tær, tínum málum, hvat tú tímur, hvar tú venur og SØLVÁ er altíð beint í lummanum. Tað er líkamikið um tú venur í venjingarmiðstøð ella hevur hug at venja heima við ella uttan amboð.

Eg eri klár at hjálpa tær at finna rørslugleðina og røkka tíni mál viðv. rørslu og venjing – ert tú?

á goymslu

Category:

Vørulýsing

Fá venjngina gjørda við Venjara í lummanum 

Við Venjara í lummanum fært tú hvønn mánað sendandi fjøllbroyttar venjingar, ið gera teg sterkari og betri fyri. Støðið verður altíð tikið útfrá hvør tú ert, hvar tú venur og hvat tú hevur sett tær fyri at náa. Mítt endamál, sum venjari, er at hjálpa tær at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, hjálpa tær at fáa venjingina gjørda og finna rørslugleðina, umframt at stuðla tær á síðulinjuni á bestan hátt so tú fært tað tú hevur sett tær fyri gjørt!

 

Eingin vika er eins

Venjingin er fjøllbroytt, og eingin vika er eins! Einaferð um mánaðin fært tú sendandi venjingarnar, ið skulu gerast tær komandi vikurnar, og somuleiðis fært tú eisini feedback uppá tað tú hevur gjørt hvørja viku, soleiðis at vit altíð tryggja okkum at ongar misskiljingar eru, at tú gert øvilsini rætt, fært svar uppá tað tú ivast í osfr. Allar venjingar hava video upptøkur av øllum øvilsinum, so tú ert ongantíð í iva um hvat tað er tú skalt gera! 

 

SØLVÁ fylgir tær – allan vegin!

Tað snildasta við Venjara í lummanum er, at vit allatíð líkamikið hvat kunnu samskifta. Á appini kunnu vit skriva saman, soleiðis kanst tú fáa fatur á mær um tað er eitthvørt tú ivast í ella hevur at spyrja um. Tað at tú skalt kvitta fyri at hava gjørt venjingarnar, skriva úrslit niður og hevur meg á síðulinjuni ger at líkindini fyri at tú røkkir tínum málum eru størri. Mítt endamál sum venjarin í lummanum er sum sagt at tillaga rørslu og venjing til tín, soleiðis at tú fært gjørt tað tú megnar!

 

Leyp í tað!

Tá vit seta okkum fyri at byrja at røra okkum meira ella venja er lykilin til áhaldni kenslan av at megna! Tann kenslan har vit føla “YES – hetta klári eg” ger at vit halda á hóast motivatiónin dalar, og hugurin til tíðir ikki er stórur. Hetta kann Venjari í lummanum hjálpa tær við, og vil eg gera alt fyri at tú eydnast við tí tú setur tær fyri og klárar at halda á.

Líkamikið hvat títt mál er, so byrjar alt við at tú torir at byrja, steðgar við at hugsa um alt tað sum kann ganga galið – ístaðin hugsar um alt tað, ið kann eydnast og ganga gott.

Fyrsta stigi er at byrja, eftir tað taka vit tað sum tað kemur. Men gev mær ein mánað, gjarna meira, og eg lovi tær at tú fert at náa tíni mál viðv. eini betri heilsu við miðvísari rørslu í gerandisdegnum og venjing.

So gongur tú og droymir um at byrja at venja, gerast sterkari, betri fyri, simpulthen at fáa venjingina í hús, finna rørslugleðini, finna útav hvat riggar fyri teg og ikki og ynskir tú at arbeiða tætt saman við mær? –  melda teg so til Venjara í lummanum!

 

Tað praktiska

Tá tú meldar teg til Venjara í lumman fært tú fyrst sendandi eina kvittan um títt keyp. Lítla løtu seinni fært tú sendandi eitt spurnarskema, ið tú skalt svara áðrenn vit fara í gongd. Tá spurningar eru svaraðir er klárt at byrja, og tú verður bjóða/ður inn í online Venjara í lummanum heimin – Og síðani er bara eftir at koyra á!