SUMMAR RØRSLA v/ Venjara í lummanum

DKK599.00

Summar rørsla er ein mini-útgáva av Venjara í lummanum.

Hetta er netborin persónlig venjing, við tí fyri eyga at hjálpa tær at finna rørslugleðina, at eggja teg til at røra teg meira í gerandisdegnum, at gerast sterkari og mest av øllum at vísa tær á at ALT er betur enn einki tá tað kemur til venjing og rørslu.

Kom við!!

Category:

Við SUMMAR RØRSLU v/ Venjara í lummanum fært tú 8 vikur við 2-4 fjøllbroyttum heimavenjingum, umframt eggjan til rørslu aðrar dagar.

Venjingarnar kunnu gerast heima á stovugólvinum, í garaguni, úti í urtagarðinum ella í summarhúsinum - ja allastaðni har tú ert.

SØLVÁ er venjarin í lummanum, yrkisbachelor í føðslu og heilsu, persónligur venjari, vana- og ovátsvegleiðari, ið brennur fyri at hjálpa tær at fáa eitt meira smidligt forhold til millum annað rørslu.

Tær 8 vikurnar eru gjørdar við tí fyri fyri eyga at tað skal vera lætt at liva heilsugott! At tað ikki noyðist at taka tær fleiri tímar at venja, at venjing ikki nýtist at krevja at tú eigur eitt hav av amboðum heima og mest av øllum at læra teg at ØLL rørsla, ið verður gjørd er góð og ger mun.

So hevur tú hug at royna eina mini-útgávu av netbornari persónligari venjing við SØLVÁ, at sneyta eitt sindur inn til hvat Venjari í lummanum gongur út uppá - Ja, so er hetta akkurat nakað fyri teg!