Jól við Venjara í lummanum

Kundi tú hugsa tær at fingið meira rørslu inn í desember?

 

DKK250.00

Fá Venjara í lumman í desember og lat okkum saman ruska eitt sindur í okkara rørsluvanar í ársins seinasta mánaði, ið annars (fyri tey flestu) er mánaðin har rørslan verður gloymd og alt annað tekur yvir, fyri síðani at hoppa uppá hesin við ringari samvitsku eftir jól… Lat okkum gloyma alt, ið kurmentanin hevur diktera í áravís, og byrja longu NÚ við eitt sindur av rørslu heldur enn við einum brakið í nýggja árinum (tí vit vita hvussu tað “plagar” at ganga). Jól við Venjara í lummanum eru 5 vikur, ið eru gjørdar við tí fyri fyri eyga at tað skal vera lætt at liva heilsugott! At tað ikki noyðist at taka tær fleiri tímar at venja, at venjing ikki nýtist at krevja at tú eigur eitt hav av amboðum heima og at ØLL rørsla, ið verður gjørd er góð. Hvørja viku fært tú 3 nýggjar heimavenjingar, sum liggja ímillum 10-20.minuttir. Hví so stuttar? Jú tí tað er nokk at byrja við, og kann ein lítil innsatsur yvir tíð gera STÓRAN mun. SØLVÁ er venjarin í lummanum, yrkisbachelor í føðslu og heilsu, vanavegleiðari og persónligur venjari, ið brennur fyri at hjálpa tær at finna rørslugleðina við at seta krøvini niður og gera tað TÚ megnar! Jól við Venjara í lummanum er fyri øll, tann roynda, ið ynskir at taka venjingina eitt sindur meira róligt heima við hús, ella tann óroynda, ið ynskir at fáa rørslu/venjing inn sum ein fastan tátt ígjøgnum vikuna. Jól við Venjara í lummanum er ein mikro útgáva av vanliga Venjara í lummanum haldinum – so hetta er ein gyltur møguleiki at sneyta eitt sindur til mín online heim fyri at vita um VÍL er nakað fyri teg. Eg gleði meg at vera í tykkara lummum ígjøgnum jólini og eggja til meira rørslu. xoxo SØLVÁ