Bloggur

 

Føðsla

Heilsa

Venjing

Fá venjingina GJØRDA…

Fá venjingina gjørda við Venjara í lummanum Eg havi leingi gingið við ætlanum um at hjálpa fleiri fólki til ein meira virknan gerandisdag við venjing og rørslu. Hetta er nú veruleiki - Takið væl ímóti mínum nýggja konsepti VENJARA Í LUMMANUM Hvørja viku venji eg fólk,...

Sukur fitar!

Har fangaði eg tín áhuga, men eg má also skuffa teg og siga at sukur fitar ikki! At vera í orkuyvirskotið fitar, punktum, punktum, punktum. Also at inntaka ov nógvar kaloriur ímun til hvussu nógvar tú forbrennir. Sukur, góðgæti, sunkist og annað søtt fitar ikki í sær...

Hvat er ein vani?

Tað er kanska ein spurningur vit oftari skuldi spurt okkum sjálvi. Uttan vit hugsa um tað tosa vit um at vit "burdu" broytt vanar, gjørt minni av hasum og meira av hinum, alt uttan at hugsa hví vit nú gera sum vit nú einaferð gera (og altíð hava gjørt). So hvat er ein...

Hevur tú eitt sunt ella ósunt forhold til mat?

Eg hoyri javnan, serliga kvinnur, tí eg arbeiði mest við kvinnum, siga at tær hava snýtt! At tær eru dotnar útí, og ljóðar tað til tíðir sum um at tær hava gjørt okkurt rættuliga kriminelt. Tá eg so spyrji inn til hvat tað er tær meina við, so er tað at tær kanska...

At koma í gongd við venjing

Tað er eingin ivi í, at venjing, ella tað at røra seg, er gott! Men, ja tað er eitt men. Ofta fara vit alt ov bragliga í gongd, og standa síðani eftir sum svartiper, kanska við einum skaða, uttan motivatión og hug til at halda á. Vit kenna tað øll "at nú verður tað!"....

Svøvnur er umráðandi um tú ynskir at lætnað!

Vit kenna nokk øll til týdningin av at fáa ein góðan náttarsvøvn. At føla seg úthvíldan og upplagdan til dagin, ímun til troytt eygu við posum, og at føla seg drenaðan fyri orku eftir eina nátt við lítið av hvíld. Men hevur svøvnur veruliga nakað at siga tá tað kemur...

Tað finst ein loysn, ið HELDUR!

Hevur tú nakrantíð hugsa eitt av hesum: “Eg veit hvat eg eigi at, ella skal eta, men, hví geri eg tað ikki bara? Hví detti eg í hvørjaferð? Tað eigur ikki at vera so ringt…” Vit eru øll nokk einig í at vit eftir hondini eru væl og virðiliga upplýst um vekttap, hvussu...

“Ert tú uppá A?”

Vit kenna tað nokk øll, føðingardagur er og tú hevur fingið tær minni á tallerkin enn onkur annar "honsjálv, orduliga ansalig!", tú takkar nei takk til køku á arbeiðsplássinum "ert tú farin uppá A?" "tú ert altíð so sunn". Tað er smá løgið at summi fólk hálvgun kunnu...

Heilsa á arbeiðsplássinum

Tað er eingin loyna at tíðin í dag er knøpp. Næstan øll hava í dag 8 til 16 arbeiði, og skulu eftir arbeiði helst hava tíð til at avheinta børn, keypa inn, gera nátturða, rudda, vera um børnini, venja, leggja børn, rudda aftur og eisini liggja við beinunum hægst. Tað...

Eingin er eins!

Eg og maðurin sita á einum bonki uttanfyri eina vínbar á nørrebro, vit eru á weekend-date í Keypmannahavn. Idyll! Meðan vit sita, eygleiði eg sjálvandi øll fólkini sum koma framvið, flest á súkklu, men eisini onkur til gongu. Øll sera ymisk! Ein ung genta í svørtum...

Samband

3 + 1 =

Tlf. +298 273395