Venjara í lumman – Bronsa

Ynskir tú at koma í gongd við venjing, men veist tú ikki hvar tú skalt byrja?
Við online persónligari venjing verður støðið sjálvandi tikið útfrá tær, tínum málum, hvat tú tímur, hvar tú venur og eg eri altíð beint í lummanum. Tað er líkamikið um tú venur í venjingarmiðstøð ella hevur hug at venja heima, við online persónligari venjing verður venjingin GJØRD!

DKK600.00 / mánað

Fá venjngina gjørda við SØLVÁ

Við Venjara í lummanum fært tú hvørja viku sendandi fjøllbroyttar venjingar, ið gera teg sterkari og betri fyri. Støðið verður altíð tikið útfrá hvør tú ert, hvar tú venur og hvat tú hevur sett tær fyri at náa. Mítt endamál, sum venjari, er at hjálpa tær at fáa venjingina gjørda, og stuðla tær á bestan hátt allan vegin á mál.

Eingin vika er eins

Venjingin er fjøllbroytt, og eingin vika er eins! Einaferð um vikuna fært tú sendandi venjingarnar, ið skulu gerast, og somuleiðis fært tú eisini feedback uppá tað tú hevur gjørt, soleiðis at vit altíð tryggja okkum at ongar misskiljingar eru, at tú gert øvilsini rætt, fært svar uppá tað tú ivast í osfr. Allar venjingar hava video upptøkur av øllum øvilsinum, so tú ert ongantíð í iva um hvat tað er tú skalt gera. Og ivast tú í um tú gert eitthvørt rætt, jamen so sendir tú eina upptøku av øvilsinum og eg hyggi fegin at tí.

SØLVÁ fylgir tær - allan vegin!

Tað snildasta við Venjara í lummanum er, at vit allatíð líkamikið hvat kunnu samskifta! Á appini kunnu vit skriva saman, og tú kanst til einhvørja tíð fáa fatur á mær um tað er eitthvørt. Tað at tú skalt kvitta fyri at hava gjørt venjingarnar, skriva niður úrslit og hevur meg á síðulinjuni ger at líkindini fyri at tú røkkir tínum málum størri. Mítt endamál er sum sagt at tillaga venjingina til tín, soleiðis at tú fært venjingina gjørda.

Leyp í tað!

Tá vit seta okkum fyri at byrja at venja er lykilin til at eydnast við tí at vit halda á. Halda á hóast motivatiónin dalar, og hugurin til tíðir ikki er stórur. Hetta kann online persónlig venjing hjálpa tær við, og vil eg gera alt fyri at tú eydnast við tí tú setur tær fyri.

Líkamikið hvat títt mál er, so byrjar alt við at tú torir at byrja. Steðgar við at hugsa um alt tað sum kann ganga galið - ístaðin hugsar um alt tað, ið kann eydnast og ganga gott.

Fyrsta stigi er at byrja, eftir tað taka vit tað sum tað kemur. Men gev mær ein mánað, gjarna meira, og eg lovi tær at tú fert at náa tíni mál viðv. eini betri heilsu við miðvísari venjing.

So gongur tú og droymir um at lætnað, byrja at venja, gerast sterkari, betri fyri, simpulthen at fáa venjingina í hús, og ynskir tú at arbeiða tætt saman við mær? -  melda teg so til Venjara í lummanum!

Tað praktiska

Tá tú meldar teg til Venjara í lumman fært tú fyrst sendandi eina kvittan um títt keyp. Eitt døgn seinni fært tú sendandi eitt spurnarskema, ið tú skalt svara áðrenn vit fara í gongd við sjálva venjingina. Tá hesir spurningar eru svaraðir er klárt at byrja, og tú verður bjóða/ður inn í mín nýggja online heim - Síðani er bara eftir at koyra á!

Eg gleði meg at hjálpa tær at fáa venjingina gjørda!