Heilsa á arbeiðisplássinum

orka, SAMANhald og trivnaður

Saman Røkka vit tínum málum!

Saman sterkari

Kanningar vísa at byrjar tú uppá okkurt saman við øðrum, eru líkindini fyri at eydnast størri. Tað er hetta, ið liggur aftanfyri at arbeiða við heilsu á arbeiðsplássinum.

Heilsufremjan er felagsnevnari fyri alskins átøk, ið øll hava til endamáls at betra um heilsuna á arbeiðsplássinum, og gerandisdegnum sum heild. Og er hetta tað eg ynski at bjóða tíni fyritøku.

Mítt størsta ynski, er at hjálpa so nógvum sum til ber at fáa betri heilsu. At fáa betri vanar, bæði tá tað kemur til føðslu og venjing. Hví? Jú, tí at ágóðin av at liva heilsugott, er so ómetaliga stórur.

Hví heilsufremjan?
At arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, er í mínum hugaheimið einasta loysnin til at loysa teir trupulleikar, vit í dagsins samfelag dragast við, viðvíkjandi heilsuni. Hví ikki seta inn áðrenn skaðin er hendur? Hví ikki royna at betra um heilsuna, meðan vit enn megnað tað?

Heilsufremjan gagnar øllum! Fyri tann einstaka, kann heilsufremjan á arbeiðsplássinum vera við til at geva møguleika fyri einum nýggjum betraðum lívsstíli. Viðkomandi merkir meira vælveru í gerandidegnum, og somuleiðis minkar vandin fyri at fáa lívsháttarsjúkur. Hesi eru bæði við til at betra um lívsgleðina.

Fyri arbeiðsplássið merkir betri heilsa, minni sjúkradagar, størri nøgdsemi ímillum starvsfólkini, og harvið minni útskifting. Nøgdsemi gevur eisini størri arbeiðsgleði, arbeiðsorku, virkni, áhugað, samanhald og trivnað á arbeiðsplássinum.
Vinningurin fyri samfelagið við at arbeiðspláss og fólk sum heild arbeiða við at betra um heilsuna, er minni útreiðslur.

Ymisk og tó!
Sjálvandi eru øll arbeiðspláss ikki eins, og tí eru tað fleiri mátar at arbeiða við heilsufremjan uppá. Men eitt er vist, at heilsu hava vit øll! Vit hava øll eina ábyrgd at ansa væl uppá heilsuna, soleiðis at vit kunnu vera virkin og frísk, til vit verða ellugomul.

Hevur tú lisið heilt her oman til, og hevur alt hetta við heilsu á arbeiðsplássinum fanga tín áhugað, halt teg so ikki aftur!
Eg eri klár at hjálpa tær og tínum arbeiðsplássi til betri heilsu.
Saman fara vit í hernað, og gerast sterkari bæði so og so.

Hetta siga onnur Helsa á arbeiðsplássinum

Your content goes here. Edit or remove this text inline or in the module Content settings. You can also style every aspect of this content in the module Design settings and even apply custom CSS to this text in the module Advanced settings.

Name Goes Here

Er tín fyritøka tilreiðar?

Fyll  teigarnar út og lat okkum taka eitt óbindandi prát!

14 + 10 =

Tlf. +298 273395

solva@solva.fo