Kostvegleiðing

 

Jávnvág, ráðlegging og tilvitan

Saman Røkka vit tínum málum!

Finn tín veg

Vit liva í eini tíð har matur stýrir rættuliga nógvum. Vit eta til eitthvørt høvið, eta tá vit eru glað og hátíðarhalda ymiskt, eta tá vit eru kedd ella óð, eta tá vit keða okkum, og eta tá ið vit “eiga” at eta, tvs. eta eftir klokkuni og teimum siðvenjum, ið eru settar.

Rundan um okkum er hópin av møguleikum! Allastaðni vit venda okkum er okkurt vit kunnu “stappa” í munnin. Góð ráð og krøv til hvat ein eigur at eta, og ikki, eru allastaðni. Flottar salatmyndir á alnótini, lekkrar brownies til bindiklubban og ikki at gloyma vikuskiftishugnan. Hvat er rætt og hvat er skeift? Nei, tað er ikki lætt at vita í øllum meldrinum.

Eftir mínum tykki, eigur tað at vera lætt at eta heilsugott. Tað ræður um at finna tín egna veg, útfrá teimum matvørum og vanum tú hevur beint nú. Tað er eingin loysn at fáa eina kostætlan og síðani “bara” fylgja henni. Okkara kostvanar eru stýrdir av so nógvum rundan um okkum, at tað er ógjørligt at “bara” seta alt til síðis og síðani fylgja eini ætlan, ið ein annar hevur gjørt.

Tí hevur tað stóran týdning fyri meg, sum kostvegleiðari, at støðið verður tikið útfrá tær og tínum ynskjum. Vit finna í felag tín veg, hyggja uppá hvat fyri vanar vit í felag kunna betra um í tínum lívið. Hvussu tekur tú lættari tað betra valið? Hvørjar eru stórstu avbjóðingarnar, og hvussu sær títt matmynstur út?

Eg arbeiði við at fremja lívsstílsbroytingar, ið halda í longdini. Ert tú troytt/ur at leita eftir kurum, “quickfix” og ynskir at hugsa minni um hvat er rætt ella skeift, sunt ella ósunt og finna tín tín veg, so eri eg til reiðar at vegleiða teg á rætta kós.

Tað eggjar meg, at eg uppá ein ella annan hátt kann hjálpa øðrum til eina betri heilsu. Eg elski at síggja míni viðskiftafólk røkka teirra málum, samstundis sum tey merkja meira yvirskot og lívsgleði í gerandisdegnum.

Tað er avgjørt ikki bert ein uppskrift uppá betri kostvanar. Øll eru ymisk og hava sítt egna at dragast við. Mín kostvegleiðing tekur støðið í, at alt er lov og at alt snýr seg um jávnvág, ráðlegging og tilvitan. Mín meining er, at ein fjølbroyttur og heilsugóður lívsstílur, eigur at innihalda eitt sindur av hvørjum.

Tí er tað umráðandi at merkja eftir, at gera og eta tað tú hevur hug til, gera smáar vanabroytingar, og soleiðis finna útav hvat riggar best fyri akkurat teg.

Eg kann hjálpa tær!

send MÆR EINI BOÐ

5 + 8 =

Tlf. +298 273395

solva@solva.fo