Hjartamál
Áhugin fyri føðslu, heilsu og venjing hevur altíð ligið djúpt í mær og er tað somuleiðis tað, sum eg brenni fyri at at deila við onnur.
Eg elski at hjálpa fólki at gerast meira tilvitað um heilsuna, og somuleiðis hjálpa teimum at mennast bæði krops- og sálarliga. At teimum at fáa betri lívsgóðsku, sjálvsálit, at blíva sterkari og tann besta útgávan av teimum sjálvum.
Eftir mínum tykki, eigur tað at vera lætt at liva heilsugott. Alt snýr seg um jávnvág, ráðlegging og tilvitan. Rørsla eigur at vera fjøllbroytt, stuttlig og mennandi, somuleiðis eigur ein heilsugóður kostur at innihalda eitt sindur av hvørjum. Tað er ikki ein máti, ið passar til øll! Tí er tað umráðandi at merkja eftir, at gera og eta tað tú hevur hug til, gera smáar vanabroytingar og soleiðis finna útav hvat riggar best fyri teg.
Útbúgving
- Yrkisbachelor í føðslu og heilsu
- Vanavegleiðari
- IKFF Kettlebell instruktør level.1
- EHFA góðkendur Persónligur venjari
- EHFA góðkendur Fitness instruktør