Um meg

Hvør eri eg

Um meg

Eg eri ein heilt vanlig 28 ára gomul kvinna, fødd og uppvaksin í Klaksvík. Eri stórasystir, kona og mamma, og eg elski nutella.

Líka síðani eg kann minnast havi eg íðka ítrótt. Havi altíð havt áhugað í heilsuni, havt stóra viðring fyri kroppinum og havi altíð havt áhugað fyri at eta heilsugott og at røra meg. Hóast ungdómsárini ikki eru brúkt uppá at eta heilsugott og regluliga venjing, hevur tankin um tann heilsugóða lívsstílin altíð verið har, og allarhelst gjørt at eg eftir lokið studentsprógv fór til Keypmannahavn at lesa føðslu og heilsu. Tað angri eg ikki eina løtu!

Í lestrartíðini niðri, valdi eg eisini at taka útbúgving sum persónligur venjari. Hetta hevur givið mær enn meira møguleikar á míni yrkisleið, og úrslitið er at eg í dag eri sjálvstøðug vinnurekandi og kann liva av tí eg elski. Nevnliga at gera onnur fólk meira tilvitað um góða heilsu.

Hjartamál   

Áhugin fyri føðslu, heilsu og venjing hevur altíð ligið djúpt í mær og er tað somuleiðis tað, sum eg brenni fyri at at deila við onnur.

Eg elski at hjálpa fólki at gerast meira tilvitað um heilsuna, og somuleiðis hjálpa teimum at mennast bæði krops- og sálarliga. At teimum at fáa betri lívsgóðsku, sjálvsálit, at blíva sterkari og tann besta útgávan av teimum sjálvum.

Eftir mínum tykki, eigur tað at vera lætt at liva heilsugott. Alt snýr seg um jávnvág, ráðlegging og tilvitan. Rørsla eigur at vera fjøllbroytt, stuttlig og mennandi, somuleiðis eigur ein heilsugóður kostur at innihalda eitt sindur av hvørjum. Tað er ikki ein máti, ið passar til øll! Tí er tað umráðandi at merkja eftir, at gera og eta tað tú hevur hug til, gera smáar vanabroytingar og soleiðis finna útav hvat riggar best fyri teg.

Útbúgving

  • Yrkisbachelor í føðslu og heilsu
  • Vanavegleiðari
  • IKFF Kettlebell instruktør level.1
  • EHFA góðkendur Persónligur venjari
  • EHFA góðkendur Fitness instruktør

 

LEs tað nýggjasta her

SKAL / SKAL IKKI ??

SKAL / SKAL IKKI ??

Skulu vit vera virkin og ON alltíð? Tað skuldi man trúð…. Ongantíð áður hava vit verið so nógv ON, ongantíð hava vit vita so væl hvat onnur gera, fáa gjørt og ætla sær. Hví? Jú tí vit eru við, vit fylgja við øllum. Vit fylgja okkara vinum, familju, kendum persónum og...

Slappa av!

Slappa av!

Vit fella alt ov ofta í "ALT ella EINKI" hugsan tá vit hava við heilsu at gera. Antin eru vit all-in ella sløpp. Hetta er størsti trupulleikin og størsta forðingin fyri at tú klárar tað tú ætlar tær, spyrt tú meg. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀Hetta er als ikki hugsunarháttur,...

Hvat siga kundar um Venjara í lummanum?

Hvat siga kundar um Venjara í lummanum?

So er fyrsta viðmæli um mítt nýggja konsept VENJARA Í LUMMANUM her. Hetta sigur sjómaðurin um Venjara í lummanum: "Venjara í Lumman hevur hjálpt mær, at venja regluliga og meira málrættað. Við appuni síggi eg akkurat hvussu eg skal gera mínar venjingar við video og...

Samband

12 + 10 =

Tlf. +298 273395