Bloggur

 

Føðsla

Heilsa

Venjing

SKAL / SKAL IKKI ??

Skulu vit vera virkin og ON alltíð? Tað skuldi man trúð…. Ongantíð áður hava vit verið so nógv ON, ongantíð hava vit vita so væl hvat onnur gera, fáa gjørt og ætla sær. Hví? Jú tí vit eru við, vit fylgja við øllum. Vit fylgja okkara vinum, familju, kendum persónum og...

Slappa av!

Vit fella alt ov ofta í "ALT ella EINKI" hugsan tá vit hava við heilsu at gera. Antin eru vit all-in ella sløpp. Hetta er størsti trupulleikin og størsta forðingin fyri at tú klárar tað tú ætlar tær, spyrt tú meg. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀Hetta er als ikki hugsunarháttur,...

Hvat siga kundar um Venjara í lummanum?

So er fyrsta viðmæli um mítt nýggja konsept VENJARA Í LUMMANUM her. Hetta sigur sjómaðurin um Venjara í lummanum: "Venjara í Lumman hevur hjálpt mær, at venja regluliga og meira málrættað. Við appuni síggi eg akkurat hvussu eg skal gera mínar venjingar við video og...

Hvat er heilsa?

Heilsa verður nevnt í alskins samanhangum, men hvat er heilsa? Hvat hugsar tú tá tú hoyrir orðið heilsa? Og hvat hevur heilsa at merkja fyri teg? Tey flestu hava eina fatan av at heilsa er tá tú ikki ert sjúk/ur. Also at tað at liva heilsugott merkir at tú ikki ert...

Fá venjingina GJØRDA…

Fá venjingina gjørda við Venjara í lummanum Eg havi leingi gingið við ætlanum um at hjálpa fleiri fólki til ein meira virknan gerandisdag við venjing og rørslu. Hetta er nú veruleiki - Takið væl ímóti mínum nýggja konsepti VENJARA Í LUMMANUM Hvørja viku venji eg fólk,...

Sukur fitar!

Har fangaði eg tín áhuga, men eg má also skuffa teg og siga at sukur fitar ikki! At vera í orkuyvirskotið fitar, punktum, punktum, punktum. Also at inntaka ov nógvar kaloriur ímun til hvussu nógvar tú forbrennir. Sukur, góðgæti, sunkist og annað søtt fitar ikki í sær...

Hvat er ein vani?

Tað er kanska ein spurningur vit oftari skuldi spurt okkum sjálvi. Uttan vit hugsa um tað tosa vit um at vit "burdu" broytt vanar, gjørt minni av hasum og meira av hinum, alt uttan at hugsa hví vit nú gera sum vit nú einaferð gera (og altíð hava gjørt). So hvat er ein...

Hevur tú eitt sunt ella ósunt forhold til mat?

Eg hoyri javnan, serliga kvinnur, tí eg arbeiði mest við kvinnum, siga at tær hava snýtt! At tær eru dotnar útí, og ljóðar tað til tíðir sum um at tær hava gjørt okkurt rættuliga kriminelt. Tá eg so spyrji inn til hvat tað er tær meina við, so er tað at tær kanska...

At koma í gongd við venjing

Tað er eingin ivi í, at venjing, ella tað at røra seg, er gott! Men, ja tað er eitt men. Ofta fara vit alt ov bragliga í gongd, og standa síðani eftir sum svartiper, kanska við einum skaða, uttan motivatión og hug til at halda á. Vit kenna tað øll "at nú verður tað!"....

Svøvnur er umráðandi um tú ynskir at lætnað!

Vit kenna nokk øll til týdningin av at fáa ein góðan náttarsvøvn. At føla seg úthvíldan og upplagdan til dagin, ímun til troytt eygu við posum, og at føla seg drenaðan fyri orku eftir eina nátt við lítið av hvíld. Men hevur svøvnur veruliga nakað at siga tá tað kemur...

Samband

4 + 6 =

Tlf. +298 273395